Lancia 100 ár

Hóast Lancia ongantíð hevur verið eitt serliga kent bilmerki um okkara leiðir, er talan um eina 100 ára gamla italska bilverksmiðju, sum síðan 1969 hevur hoyrt til Fiat-konsernina. Í dag er Lancia luksusbilmerkið hjá Fiat

Lancia hava ikki í stóran mun verið við til at mynda ferðsluna í Føroyum. Teir Lancia sum hava verið her kunnu helst teljast á einari hond. Hetta hóast merkið hevur verið til í hundrað ár.


Stovnarin av Lancia bilverksmiðjuni, Vincenzo Lancia, byrjaði sína starvsleið umleið 1905 sum rasarakoyrari hjá Fiat. Í 1906 tekur hann seg aftur og byrjar fyrireikingarnar til sína egnu verksmiðju, og í 1907 varð fyrsti Lancia bilurin veruleiki. Ein Lancia Alpha, sum varð uppkallaður eftir fyrsta bókstavinum í grikska alfabetinum.


Samstarv varð í nøkur ár millum Fiat-konsernina og Saab. Miðskeiðis í 80-unum vórðu fýra ymiskir bilar bygdir yvir sama plattform, tríggir frá italsku Fiat-konsernini og ein svenskari: Lancia Thema, Alfa Romeo 164 og Fiat Chroma saman við Saab 9000.

Eisini varð Lancia Delta marknaðarførdur í Norðurlondum sum Saab-Lancia 600.


Lancia hava altíð verið dýrir og framkomnir bilar í mun til tíðina teir hava verið gjørdir í sum t.d. við yvirliggjandi knastakslum, sjálvstartara, samanbygdum girkassa og differientiale aftan, turbodrivnari viftu o.s.fr. Eisini hava teir verið frammanfyri sínar kappingarneytar hvat elektronikki viðvíkur .


Lancia hava nýtt nógv ymisk sermerkt nøvn til síni bilmodell sum t.d. Aprilia, Ardea, Flavia, Fulvia, Beta, Gamma, Delta, Dedra, Kappa, Thema, Zeta, Lybra, Ypsilon og Thesis. Síðan 1969 hava Lancia hoyrt til Fiat-konsernina. Í dag eru teir luksusbilmerkið hjá Fiat-konsernini.


Ein av orsøkunum til at vit ikki síggja nakað til Lancia er tann einfalda, at teir verða als ikki seldir her um okkara leiðir. Teir verða mest seldir í Italia og í Suðurevropeisku londunum. Men nú er ætlanin at marknaðarføra Lancia aðrastaðni sum t.d. í Danmark, Ruslandi, Týsklandi, Turkalandi, Finlandi, Tjekkia og Slovakia.


Í fjør vóru einans 120.000 Lancia seldir, teir flestu á heimamarknaðinum. Men nú er ætlanin at økja søluna til 300.000 bilar um árið.