Eitt Lan-tiltak er tá fleiri fólk samlast, at spæla ymisk telduspøl saman. Hetta vikuskfiti gongur tað fyri seg í høllini á Stórheyggi, og verður dentur lagdur á spæli PlayerUnknown’s BattleGrounds (PUBG).
Tað eru umleið 100 fólk sum kunna luttakað á Lan tiltakinum, og samstundis kunna luttaka í PUBG kappingini. Vinnarin á kappingini fær tilsamans 15.412 krónur, ið vera lætnar frá Elding, Føroya Bjór og Pizza 67.
- Lan-tiltakið er væleydna, man situr saman og spælur heldur enn at sita einsamallur heima, tað kennist meira sum eitt samanhald og vit fara heilt sikkurt til tað næsta tiltakið eisini, siga nakrir av luttakarunum av Lan tiltakinum á Stórheyggi.
Tiltakið byrjaði í gjár og forsetur til Sunnumorgunin.










