Lampard vil hava 20 mál

Chelsea-spælarin, Frank Lampard, hevur av álvara rakt málið síðstu dystirnar, og nú sigur hann seg fara eftir 20 málum hetta kappingarárið. Tað byrjaði annars ikki so væl hjá 31 ára gamla miðvallarspælaranum, men við átta málum í fimm dystum í síðstuni, er hann komin upp á 13 mál, so bara sjey resta í.