Kenslurnar fingu frítt at fara, tá Frank Lampard sendi Chelsea á Moskva-kósina. Í umdystinum hildu Chelsea-spælararnir seg hava skorað, tá Essien sendi bóltin í netið, men tað málið varð kolldømt. Lítla løtu seinni feldi Hyypia tó Ballack, og so fekk Lampard møguleikan úr 11 metrum. Bara seks dagar eftir, at hann hevði mist mammu sína, kundi Lampard ískaldur senda brotsspark í netið, og talan var um rørandi myndir, tá hann við tárunum rullandi eftir kjálkunum ognaði sítt helst týdningarmesta mál nakran tíð til mammuna.










