Lampard álopin av áskoðara

Chelsea vann í gjárakvøldið 2-1 á Tottenham, og kom sostatt víðari til hálvfinaluna í FA Cup. Hetta fegnaðist Frank Lampard og liðfelagar hansara yvir, og samlaðust í einum ringi á miðvøllinum.

 

Hetta hóvaði einum Tottenham-áskoðara so illa, at hann leyp á Frank Lampard. Tað eydnaðist tó ikki áskoðaranum at geva enska landsliðsmiðvallaranum nakrar snuddir. Áskoðarin royndi at sláa Lampard, men enski landsliðsspælarin bukkaði seg undan slagnum, og so tóku trygdarfólk sær av manninum.