Frank Lampard spælir sítt seinasta kappingarár í Chelsea, meðan floppið í Liverpool, Joe Cole, í dag hevur gjørd avtalu við barndómsfelagið, West Ham.
Flytingargluggin er opin og bretsku miðlarnir eru á tremur við søgum um spælarar, sum skulu skifta felag. Eitt skiftið, sum er komið upp á pláss í dag er, at Joe Cole skiftir frá Liverpool til West Ham.
Joe Cole skifti til Liverpool frá Chelsea í 2010, men tíðin í Liverpool hevur verið alt annað enn góð. Í fjør var hann útleigaður til Lille í Fraklandi. Joe Cole byrjaði sína yrkisleið í West Ham. London felagið er somuleiðis í samráðingum við Arsenal um at leiga framherjan, Marouane Chamakh, fyri restina av kappingarárinum, skrivar BBC.
Umboðsmaðurin hjá Chelsea miðvallaranum, Frank Lampard, váttar fyri italskum miðlum, at hann heldur ikki fram komandi kappingarár. Hann sigur sambært Dailymail við italskar miðlar, at Lazio er ein møguleiki, men at talan ikki verður um ein nýggjan sáttmála við Chelsea.
Bretskir miðlar skriva somuleiðis í dag, at skiftið hjá Demba Ba frá Newcastle til Chelsea er um at verða avgreitt. Newcastle hevur í dag keypt franska landsliðsbakkin, Mathieu Debuchy, fyri áleið 50 milliónir krónur.
Sky Sports veit at siga, at Aston Villa umhugsar at bjóða upp á Manchester City miðverjan, Joleon Lescott, sum hevur mist plássið í meistaraverjuni. Hann kom til Manchester City frá Everton.
Aðrastaðni verður sagt, at italska Juventus er í samráðingum við spanska framherjan hjá Athletic Bilbao, Fernando Llorente. Hann var eitt heitt navn farna kappingarár, men hevur fyri tað mesta sitið á bokinum í ár.
Radamel Falcao er eitt tað heitasta navnið hetta kappingarárið. Atletico Madrid framherjin er settur í samband við Chelsea, men nú ljóðar úr Spania, at Real Madrid er favorittur at stinga av við kolumbiska málrevinum.