Enski leikarin Frank Lampard, ið seinastu 15 árini hevur verið fastur partur av enska landsliðnum, boðar í dag frá, at hann hevur spælt sín seinasta landsdyst fyri Ongland.
36 ára gamli Frank Lampard, ið skifti til amerikanskan fótbólt fyrr í summar sigur, at hann nú vil raðfesta familjuna og klubbfótbólt framum landsliðsfótbólt.
- - Tað er umráðandi fyri meg, at eg fái tikið familjuna í fyrstu røð. Harafturat skal eg royna at fáa nakað burturúr mínum seinastu árum sum fótbóltsspælari í USA.
Hóast Frank Lampard skifti til New York City í USA fyrr í summar, so er Frank Lampard í løtuni leigaður út til ensku meistararnar í Manchester City, har hann enn eigur sín fyrsta dyst til góðar.