Tann portugisiski meistaravenjarin Jose Mourinho sum er í Inter, har summar vindeyga beyð á nógvar sera áhugaverdum handlum. Tann mest áhugaverdi av teimum bleiv tó ikki til nakað, Frank Lampard valdi at blíva í Chelsea.
- Tá eg kom til Inter, bað eg presidentin, Marco Granca, Gabriele Oriali og felagið um tríggjar spælarar: Quaresma, Mancini og Lampard, sigur Mourinho til Inter heimasíðuna.
- Felagið kom við Quaresma og Mancini, og gjørdu alt fyri at fáa Lampard, men tá Lampard broytti meining, vildi eg hava Muntari, og felagið gav mær Muntari, sigur Mourinho.
Frank Lampard var leingi beint við at fara til Inter, men valdi heldur at skriva eina fimmára kontrakt við Chelsea.