Lamin úr Gambia eigur nú heimavøll við Margáir

EB/Streymur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við vinstrabeintan og fjølbroyttan spælara

EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld: 

 

EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við 22 ára gamla Ba Lamin Sowe úr Gambia. Sáttmálin er galdandi í tvey ár, og felagið fær harvið ein spennandi og evnaríkan leikara afturat í hópin.

 

Lamin er ein vinstrabeintur og fjølbroyttur leikari, sum kann deka fleiri pláss á vøllinum. Hann er vanur at spæla á báðum kantum og kann eisini røkja leiklutin sum vinstri bakkur.

 

Lamin hevur umboðað gambiska U20-landsliðið og var longu sum 17 ára gamal partur av liðnum, sum vann bronsu í AFCON U20. Í 2023 vann hann silvurheiðursmerki við U20-landsliðnum í AFCON og seinni sama ár luttók hann eisini í U20 HM-endaspælinum, har Gambia spældi seg víðari úr bólkaspælinum, men varð útsligið av Uruguay í áttandapartsfinaluni.

 

Lamin hevur áður umboða Waa Banjul í heimlandinum, CD Tenerife í Spania og Krya Vrysi í triðbestu deildini í Grikkalandi.

 

Ítróttarstjórin, Niels Pauli Danielsen, er sera fegin um tilgongdina:

 

– Hann er ein fjølbroyttur leikari, sum kann dekka fleiri pláss, millum annað báðar kantarnar og vinstra bakk. Hann er sterkur á bóltinum og hevur øgiliga renniorku. Vit síggja stórt útviklingspotentiali í Ba Lamin, og vænta at hann kemur at styrkja væl um okkara hóp.

 

Vit ynskja Lamin hjartaliga vælkomnum til EB/Streym og gleða okkum at fylgja hansara menning í blá svarta búnanum komandi árini.