Lamhauge til Turkalands

Føroyski landsliðsspælarin heldur, at tað sær gott út í Silkeborg, har hann nú fer undir síðsta hálva árið

Síðsta heyst boðaði føroyski landsliðsspæarin Christian Lamhauge Holst frá, at hann ætlar sær at gevast í Silkeborg í summar, og at hann vónar, at tað fer at eydnast at skriva sáttmála við eitt lið á Sjællandi. Christian Lamhauge Holst og familjan búgva í Roskilde, og nú er hann ikki sinnaður at arbeiða so langt burtur frá familjuni, sum hann hevur gjørt tað tey seinastu árini.

Í Silkeborg eru Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir farnir undir fyrireikingarnar til seinna partin av kappingarárinum, har málið er at vinna uppflyting í superliguna, sum Silkeborg síðsta summar flutti niður úr. Í løtuni er Silkeborg á triðja plássi – tvey stig frá uppflytingarplássi. Fyrsti dysturin eftir vetrarsteðgin verður 23. mars á heimavølli ímóti Hvidovre IF.

Leygardagin spældi Silkeborg tveir venjingardystir – tvær ferðir trý korter – í kapping í Aarhus ímóti Aarhus Fremad og AGF. Fyrra dystin vann Silkeborg 2-0, og seinna dystin vann AGF 1-0. Christian Lamhauge Holst spæla seinna dystin.

-Vit fingu tað burturúr, sum vit høvdu roknað við. At vit spældu á graslíki ger, at vendingarnar ikki vóru soleiðis, sum tær eru, tá vit spæla á vanligum grasi, sigur Christian Lamhauge Holst við heimasíðuna hjá felagnum. Hann hevur áður sagt, at tað er týdningarmikið fyri hann at vísa góð avrik síðstu mánaðirnar í Silkeborg.

Sum liður í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið skal Silkeborg á venjingarlegu í Turkalandi, har tað verður hildið til í Belek stutt uttanfyri Antalya. Farið verður úr Danmark týsdagin 4. mars, og tað eru tveir dystir á skránni. Venjingarlegan verður í átta dagar.