Lamhauge skjeyt bæði málini í sigri

Tá danska superligufelagið Silkeborg í dag vann 2-1 á útivølli ímóti AGF, var føroyski landsliðsspælarin, Christian Lamhauge Holst, høvuðsmaðurin aftan fyri sigurin.

 

Fyrst legði hann Silkeborg á odda 1-0 tveir minuttir fyri hálvleik. Hetta málið kom eftir eina kiksaða skotroynd, sum endaði hjá Lamhauge-manninum, ið var skjótur at sópa bóltin inn.

 

Og góðar 10 minuttir inn í seinna hálvleik økti hann til 2-0, tá hann við fyrstu nerting tók bóltin við sær inn í AGF-brotsteigin og við tánni smekkaði til, so bólturin streyk í málið við aftaru stong.

 

Ikki fyrr enn tveir minuttir fyri tíð minkaði AGF um munin, og hóast stórt trýst heilt inn í fimm minuttir drúgvu yvirtíðina, rakk tað ikki til at hótta sigurin hjá Silkeborg.

 

Hesi trý stigini høvdu tann týdning, at Silkeborg yvirhálaði júst AGF og er nú nummar fimm í Superliguni – bara trý stig frá triðja plássinum.