Lamhauge fer frá Lyngby

Hóast Lyngby næsta kappingarár fer at spæla í næstbestu deildini í Danmark, so er tað rættuliga sannlíkt, at Christian Lamhauge Holst framvegis fer at spæla í bestu deildini.

Sáttmálaskeiðið hjá føroyska landsliðsspælaranum í Lyngby verður liðugt á nýggjárinum. Samráðingar hava í eina tíð verið um nýggjan sáttmála, men nú eru tær slitnaðar, og tað kann væl fara at bera við sær, at Christian Lamhauge Holst longu í summar fer at flyta í annað felag:

- Eg dugi illa at síggja tað skilagóða í, at eg skal spæla síðsta hálva árið av sáttmálaskeiðnum í felagnum, tá ið vit nú ikki kundu semjast um nýggjan sáttmála, sigur Christian Lamhauge Holst við BT.

Tað sigst, at bæði Vejle, sum júst er flutt upp í superliguna, og eitt annað superligu felag í Jyllandi, eru áhugað í at knýta Lyngby toppskjúttan at sær.