Lamelldekk ella píkadekk

Hetta er tíðin, tá bileigarar gera bilarnar klárar til veturin. Summi skøða bilin við píkadekkum, onnur brúka lamell-vetardekk, meðan nøkur koyra víðari við summadekkunum allan veturin

Hósdagin 16. oktober var fyrsti dagur loyvt varð at koyra við píkadekkum. Hóast ongin kavi hevur verið, koyra nógvir bilar longu við píkum.
Tað eru nógv fólk sum spyrja um tað er neyðugt hjá vanligum privatfólki at koyra við píkadekkum um veturin. Her velst sjálvandi um hvar í landinum man býr og hvussu koyriumstøðurnar eru har. Men í flestu førum er einans brúk fyri píkum nakrar heilt fáar dagar um árið.
Í Føroyum er tað soleiðis at bilførarin sjálvur ger av, hvussu hann skøðir bilin. Hann skal bert hugsa um, at øll fýra dekkini skulu vera eins. Tað vil siga, at vit kunnu koyra við summardekkum allan veturin, um vit finna tað fyri gott.
Soleiðis er ikki í øllum londunum rundan um okkum. Í Svøríki er álagt øllum bilum at koyra við vetrardekkum, tá kavi er ella hálka, í tíðarskeiðnum 1. desember til 1. mars. Í Finlandi skulu allir bilar, eisini útlendskir bilar, koyra við vetrardekkum frá 1. desember til 1. mars. Í Norra skulu allir bilførarar, eisini útlendskir, tryggja sær at bilurin kann koma fram í kava og hálku. Hetta er eitt óbeinleiðis krav um í minsta lagið at koyra við kavaketum, um brúk er fyri tí.
Í øllum hesum londum skal mynstrið í kavadekkunum vera minst 3 mm djúpt.
Hjá okkum er kravið 1.6 mm.

Bestu dekkini aftan

Viðvíkjandi montering av dekkum er tað mest sjálvsagda at hava tey bestu dekkini á teimum hjólum, sum dríva bilin. Tað vil siga, at um bilurin verður drivin av framhjólunum, verða tey bestu dekkini sett framman. Hetta er tó ikki so einfalt, tí tá vit koyra ein bil og t.d. framhjólini fara at glíða, kunnu vit við rattinum royna at rætta bilin upp aftur, men um bakhjólini glíða, fær bilførarin einki gjørt, bilurin kann svinga út aftan og fara heilt runt, uttan at bilførarin fær gjørt nakað sum helst. Nógvar ferðsluvanlukkur eru hendar júst av hesi orsøk. Tá á stendur er best at hava tey bestu dekkini aftan. At lufttrýstið í dekkunum er rætt hevur eisini stóran týdning fyri ferðslutrygdina.