Lambsleggur við bønum

Við loyvi frá Nigellu Lawson og Gyldendal, prenta vit her til grams-lesararnar eina uppskrift úr spildurnýggju bókini, Nigella Ekspres:

Trupulleikin við at gera skjótan mat gerandisdagar, er at hann er meira praktiskur enn vælsmakkandi.

Men sjálvt um eg veit frammaundan, at kanska bert 10 minuttir eru til matgerð næstu dagarnar, so ber væl til at gera sansaligan og tryggleika-skapandi mat kortini.

Fyrra dagin koyri eg lambsleggirnir í marinadu og seinna dagin koma teir í ovnin. Har steikja teir í frið og náðum meðan eg hjálpi børnunum við heimaarbeiði og kanska svari onkran teldupost.

Eg havi ongan trupulleika at nýta bønir úr blikki. Eg haldi at tær skapa vakrar litir og hóska væl í smakki til lambskjøtið.

Til 6 fólk:

2½ dl hvítvín

4 ssk ripsgelé + 1 tsk ripsgelé

2 ssk worcestershire-sós

½ dL hvítleyksolju + 2 ssk hvítleyksolju

2 leykar í bátar

Frískt rosmarin

6 lambsleggir

¾ dL vatn

1 ssk dijon-sinnop

4 blikk blandaðir bønir

Salt og pipar

Lat ripsgelé, worcestershire-sós, hvítleyksolju, leyk og rosmarin í 2 stórar frystiposar. Koyr 3 leggir í hvønn. Knút á posan og í køliskápð næsta samdøgrið

Tak posarnar úr køliskápinum næsta dagin og tendra ovnin á 200 gradir

Koyr alt í steikifat saman við marinaduni og set í ovnin. Skrúva niður á 170 gradir og steik umleið 1½ tíma

Lat vatn, 2 ssk hvítleyksolju, 1 tsk ripsgelé og dijon-sinnop í eina grýtu, ið er nóg stór til 4 blikk av bønum. Lat bønirnar í og hita varliga alt ígjøgnum meðan tú rørir. Smakka til við pipari og salt. At enda stoytir tú alt yvir lambsleggirnar

 

Vínummælarin í grams viðmælir eina Bonarda-Malbec frá Retamo afturvið.

 

Kokkar og kokka-lærlingar í Føroyum umframt útlendskir stjørnu-kokkar skapa og hugleiða um uppskriftir.