Politiovastin í Róm fekk herfyri ein Lamborghini Gallardo frá Lamborghini bilverksmiðjuni
Italska bilverksmiðjan Lamborghini gav herfyri ein Lamborghini Gallardo LPS560 í allar nýggjastu útgávuni til politiovastan í Róm, Antonio Manganelli.
Bilurin er útgjørdur við tí heilt røttu útgerðini til løgregluna, ið nú er sera væl koyrandi við hesum bilinum, sum hevur 560 hestakreftir og eina toppferð upp á meira enn 325 kilometrar um tíman.
Bilurin er tikin í nýtslu á Lazio motorvegnum, nærhendis Róm, so har er nokk ikki so lætt at koyra undan politinum.