Lamborghini Miura Konseptet

Tað sær nú út til at kendi sportbilurin frá 60-unum, Lamborghini Miura, fer at koma aftur til lívs í einum nútímans sportbili við designi sum líkst heilt nógv tí gamla, sum er vorðin eitt samlaraobjekt

Seinastu árini eru nógvir av bilunum, ið eru vorðnir klassikarar, vaktir aftur til lívs í nýggjum hami sum vit hava sæð tað við t.d. Mini, VW New Beetle, og Ford Mustang. Talan er um nútímans bilar við designi, sum líkst teimum gomlu klassikarunum bæði uttan og innan. 
 
Ein av hesum er konseptbilurin Lamborghini Miura Konseptet. Hesin er ein einfalt retro-inspireraður konseptbilur av einum av mest kendu og virdu sportbilunum Lamborghini Miura, sum fyrstu ferð kom á marknaðin fyri 40 árum síðan, í 1966, og var gjørdur fram til 1973. Motorurin var ein 3,9 litur V12.
 
Hesin nýggi Miura konseptbilurin er teknaður av kenda italska bildesignaranum Walter de Silva, sum er designstjóri hjá Audi-group undir VW-konsernini, har hann teknar bilar sum Audi, Seat og Lamborghini.
 
Lamborghini Miura Koncept verður sýndur fram á North American International Auto Show í Detroit.