Lamba fingið sparkivøll

Fríggjadagin varð nýggi sparkivøllurin í Lamba tikin í nýtslu. Í hesum sambandi hevði Runavíkar Býráð skipað fyri einum lítlum hátíðarhaldi við vøllin, har heilt fitt av fólki vóru møtt. Hetta er tann 7. vøllurin av umleið 40 Sparkivøllum, ið alment er tikin í brúk. Fleiri aðrir sparkivallir eru í ger í løtuni, og í heyst fer FSF saman við nøkrum kommunum í holt við at gera nakrar nýggjar afturat