Lamb við átta beinum

- Eg veit ikki um slíkt áður, sigur Tummas Joensen, bóndi í Skálavík.

Skálavík: Tað vóru eygu í monnum, tá tann eina ær hansara skuldi lemba seinasta sunnudag.

Tá lambið kom út, vísti tað seg at hava ikki færri enn átta bein!

- Eg havi havt heimaseyð í mong ár, men eg havi aldrin áður upplivað nakað slíkt, sigur Tummas Joensen við Sosialin.

Ærin var gjólingur, ella ein gemlingur sum tey siga tað í Skálavík – tað er: eitt lamb sum varð lembt í fjør. Men sum skilst royna menn at sleppa undan at tey lemba árið eftir.

Í hesum førinum er tað altso ikki eydnast, tí seinnapartin sunnudagin lembdi henda ærin.

Óneyðugt er helst at siga, at lambið var deyðføtt!


Seks bein

Tummas Joensen hevur sjálvur hoyrt um lomb í útlondum við fleiri enn fýra beinum.

- Eg havi hoyrt um lomb við bæði 5 og 6 beinum, men ongatíð 8!, sigur hann við einum brosi.

Eitt dømi um slík óvanlig lomb var í Hollandi fyri fimm árum síðani.

Í februar mánaði hetta árið vistu bløð at siga frá eini hending, tá bóndin Rob Adiaans hjálpti eini ær við at lemba.

- Tá eg hjálpti til við lembingini merkti er knappliga ein hóp av beinum, segði hann við hollendskar fjølmiðlar.

Løtu seinni stóð hann við einum lambi við seks beinum í føvninginum.

Sjálvur trúði hann at talan var um tvey lomb, men fekk seinni annað at síggja.

Hetta lambið yvirlivdi lembingina.


Sjey bein

Í august mánaði í fjør hendi hetta sama einum bónda, Mr. Callaghan í New Zealandi.

Hetta lambið hevði 7 bein – fýra at ganga við; tvey sum hingu máttleys niður við frambeinunum og eitt eyka við bakbeinini.

- Tá lambið fór til gongu brúkti tað tvey bein framman og trý aftan, skrivaði blaðið Ashburton Guardian 2. august 2007.

Henda 7-beinta veran manglaði ein part av maganum, og nógv bendi á neyðugt var at avlíva tað.

Lambið varð lembt sum ein tvíkynjað vera, saman við einum øðrum lambi sum var fullført.

Men lambið í Skálavík ber kortini prísin!