Lamb í oktober einaferð enn

Í gjár, leygardagin, lembdi ein ær í Vági eitt lamb. Hetta er ikki júst lembingartíð, men løgið er tað, at sama ær í fjør eisini lembdi í oktober, og bæði árini hevur ongin varnast, at nakað var á vási.

Í fjør lembdi ærin 10. oktober og í ár 17. oktober.

Ærin skuldi, eins og í fjør, takst og slaktast, men innan tað kom so langt, lembdi hon eitt gimburlamb. Í fjør lembdi hon eitt veðurlamb, ið annars sigst vera einasta veðurlamb, ið er komið henni nær.