Lamb í oktober

Ein ær tók mánadagin øll á bóli, tí brádliga varnaðust fólk, at hon hevði lamb undir liðini

Mánadagin 6. oktober 2008 gjørdist dagur í viku í Vági. Ein ær gekk við lambi udir lðini á sær, hóast ongin hevði varnast, at nakað óvanligt var á vási.

Talan er um heimaær, ið er slept niðan á eina trøð at ganga. Trøðin er beint uttanfyri Gjógvará í Vági, og hildið verður fyri víst, at veðrurin, ið hevur verið uppá spæl, gongur beint vestanfyri ánna.


Kundi verið verri

Talan kundi tó lættliga verið um syrgisøgu, tí ætlandi skuldi ærin missa høvdið, nú heystslaktið er fyri. Hetta skuldi henda sunnukvøldið, men varð av ymsum orsøkum útsett, men av tí at hon fekk lamb dagin eftir, so hevur hon óivað keypt sær minst eitt ár afturat at liva í.

Hvørt tað so er tíðliga ella seint, at lambið sær dagsins ljós, kunnu fólk meta um sjálvi, sigur Magnus Holm, ið eigur Lamb og ær.