Lama Sea tók øll á bóli

Deja Vu snávaði, tá GoGo Blues og Lama Sea gjørdust vinnararnir av fyrsta innleiðandi umfarinum í Prix Føroyum

Prix Føroyar byrjaði leygarkvøldið, tá tað fyrsta av fýra innleiðandi umførum var í Fuglafirði.
Seks bólkar vóru við í kappingini, og úrslitið gjørdist eitt sindur óvæntað.
Tey flestu høvdu roknað við, at Deja Vu, sum í 2003 endaði næstfremst í Prix Føroyum, kom víðari, men soleiðis varð ikki.
GoGo Blues fekk annað plássið, og so kom tað eitt sindur óvæntað á, at ungi havnabólkurin Lama Sea hevði eina sera góða framførslu og fór avstað við hinum plássinum.
Umframt Deja Vu komu heldur ikki Dimmi, SIC ella Paradox víðari í kappingini hesaferð.
Næsta umfar í Prix Føroyum verður leygarkvøldið.
Sosialurin hevur í blaðnum í morgin eina stóra frásøgn frá fyrsta undanumfarinum í Prix Føroyum