Lama Sea, Side Effect og The Story Ends

TíÐindaskriv

Livandi tónleikur
Aftur nú leygarkvøldið 27-3.kl 22,verður livandi tónleikur aftur at hoyra í Margarinfabrikkini.
Margarinfabrikkin er kanska einasta veruliga alternativið á føroyska rokkpallinum.Ein sera virkin pallur, har nýggja ættarliðið av tónlistafólkum, einstaklingar eins og bólkar traðka teirra fyrstu stev.
Av nøvnum gjøgnum tíðina sum hava staðið á pallinum kunnu nevnast bólkar sum Happy ?, Makrel Mold, Jóhan í Kollafirði, Jákup Eli, HTV, Lítla Rúm.Headache Blues Treo,Paradox og Toxic.Krit .Sic.Høgni Lisberg band Speaker 48 Pages, onkikanndiskuterast.altkann, Zink.osv osv.
Hildnar verða einar 10-15 kosertir um árið har bólkarnir spæla teirra egna tónleik.
Á konsertini leygarkvøldið spæla tríggir bólkar teir eru:
The Story Ends spæla tað teir nevna alternativan punkrokk:Hetta er teirra fyrsta konsert í Havn,teir hava hava spælt í Eyðnuni saman við Makrel.
Side Effect spælir rádyrkaðan tekcno,fyri fyrstu ferð í langa tíð aftur á palli, við nýggjum sera spennandi tilfari.
Lama Sea spæla sera spennandi alternativan uptown rokk.