Lama Sea og Sic í Kagganum

Tveir av bestu bólkunum á føroyska tónleikapallinum í løtuni Sic og Lama Sea, fara fríggjakvøldið á pallin í Kaggakjallaranum.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Ætlanin er at blæsa stundentarhúgvurnar av høvdinum á pisunum, við ógvisligu Sic og síðan at fáa pisurnar at hoppa og dansa við Lama Sea.
 
Hesir bólkar gjørdust nummar tvey og trý í GBOB finaluni í fjør og gerast alsamt betur. Báðir bólkar eru sannar orkubumbur og oddamenninir Mikkjal <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Gaard Hansen og&quot;$?$end$!$Gaard Hansen og</st1:PersonName$?$end$!$ Janus Rasmussen teljast millum sterkastu oddamenn í føroyskum tónleiki.