Lama Sea: Nøkulunda í sjokk!

Gleðin hjá teimum seks limunum vildi ongan enda taka, tá ið tað gjørdist greitt at teir vóru komnir víðari:
- Vit eru allir nøkulunda í sjokk! Vit eru barasta so glaðir, tí hetta høvdu vit als ikki roknað við.
Soleiðis málbar Janus Rasmussen seg eftir, at avgerðin hjá dómarunum var tikin. Hann legði tó afturat, at tað var eitt ótrúliga órættvíst undanumfar:
- Í hesum umfarinum vóru allir bólkarnir góðir, men vit høvdu samstundis hvør sína sjangru. Tá er tað ómøguligt at samanbera og kann ikki annað enn gerast órættvíst.
Sjálvur var hann serstakliga imponeraður av Paradox:
- Tað sigur nógv um dygdina, at 15-16 ára gamlir dreingir kunnu fáa allan salin at rokka so væl sum teir gjørdu. Ótrúligt!