»Longu áðrenn teir byrjaðu at spæla, sást týðiliga, at hesir ungu garpar vóru livandi og fullir av spæligleði. Lama Sea vóru komnir fyri at undirhalda og áhoyrararnir fingu undirhald fyri allar pengarnar. Teir spældu ikki fyri sær sjálvum, men fyri fólkunum úti í salinum.«
? Sosialurin eftir 1. umfar
Lama Sea er ein bólkur, sum er mannaður við fimm ungum tónleikarum í aldrinum frá 17 til 20 ár. Teir búgva allir í høvuðsstaðnum ? Havn og Hoyvík. Teir siga seg spæla eina lívliga blanding av funk-rocki, ið sum fremsta endamál hevur, at fólk skulu dansa og hoppa.
Ljóðið er rættiliga skitið og rátt, tí at teir ikki nýta aðrar effektir enn vanligt distortion og overdrive. Bólkurin hevur spælt saman í umleið trý ár, men hevur fyri stuttum fingið ein trompetspælara, ið kryddar tónleikin við einum nýggjum, serligum ljóði.
Bólkurin hevur áður framført í millum annað Margarinfabrikkini, Vertshúsinum, Mentanarhúsinum í Fuglafirði og Studentaskúlanum í Hoydølum. Harafturat eiga teir tvey løg á fløguni »Ampaljóð« hjá Sprenrex.
Lama Sea var við í 1. umfari og kom víðari saman við GoGo Blues.









