Laksurin vaks framúr væl á Sandsvág

Tað verður eingin útseting á Sandsvág til várs, men tað merkir tó ikki, at Marine Harvest hevur givið skarvin yvir í hesum nýggja aliøki hjá felagnum.

- Tað, sum gjørdi enda á so nógvum fiski í alingini á Sandsvág í ódnarveðrinum um jólini, var ein blanding av stórari aldu og hørðum ráki yvir so nógvar dagar.

 

Tað sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest, nú alingin hjá felagnum á Sandsvág fyribils er riggað av og tað, sum eftir var av livandi fiski, er tikið.

 

- Vit fegnast tó um, at aliútgerðin helt. Bæði ringar, nótir, teymar og søkk hildu, men tað var fiskurin, sum ikki toldi hørðu viðferðina, soleiðis sum umstøðurnar vóru.

 

Men, hvussu hevur so vøksturin verið í tíðini, meðan fiskur hevur gingið í aliringum síðan ein av seinastu døgunum í apríl í fjør? Henda spurning settu vit stjóranum.

 

- Smoltið, vit settu út, vigaði um 400 gram stykkið, og hetta er størri enn vanligt. Tað, sum vit fyribils kunnu siga um vøksturin á Sandsvág, er, at hann hevur verið heilt framúr góður.

 

Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at enn er ikki alt endaliga gjørt upp, og tí torir hann ikki beint í løtuni at siga, um Sandsvág hevur verið besta vaktrarøkið hjá felagnum hesa tíðina, fiskur hevur verið í ringunum.

 

- Vit hava í hvussu er einki at seta fingurin á, tá ræður um vøksturin. Trupulleikin um jólini var, at óvanliga ringa veðrið vardi so leingi - ja, í heilar dagar.

 

Næstu tíðina fer Marine Harvest at hyggja eftir hagtølum yvir aldu, streym, og hvussu nótin hevur skikkað sær í sjónum, tí øll hesi data eru skrásett.

 

- Tá hesi viðurskifti eru greið, vita vit meira um, hvussu og hvat vit fara at gera í einari møguligari nýggjari roynd á Sandsvág, og her eru ymiskir ótroyttir møguleikar enn.

 

Stjórin í Marine Harvest væntar tó ikki, at nýggj útseting verður á Sandsvág aftur til várs. Tað merkir tó ikki, at felagið gevst á hendur í hesum nýggja aliøki hjá felagnum.