Laksurin kastar alt meiri av sær

Virðið á útflutninginum av laksi bara veksur

Fyrstu fimm mánaðir í ár útfluttu Føroyar laks fyri 1,631 milliardir krónur.

Tað var 235 milliónir meira enn somu tíð árið fyri.

Nøgdin á útflutta laksinum vaks bert við 2 prosentum, men prísurin var hægri, tí inntøkurnar vuksu við 17 prosentum.

Samanlagt var føroyski útflutningurin fyrstu fimm mánaðirnar góðar 3,5 milliardir krónur.