Danska roykjaríið - Polar Salmon Hjerting Laks - hevur tvær ferðir keypt laks frá stóra norska sláturskipinum, Norwegian Gannet, har fiskurin hevur verið bleytur og næstan óbrúkiligur.
- Í minsta lagi tvær ferðir hevur dygdin á laksinum, sum vit hava keypt, verið ein katastrofa. Fiskurin var bleytur - ja, bleytari enn eg nakrantíð áður havi sæð. Skræðan datt snøgt sagt av fiskinum.
Tað sigur stjórn í Polar Salmon Hjerting Laks í Danmark, Christoph Kjærgaard, við norsku heimasíðuna, iLaks. Hann vísir á, at felagið, sum eigur Norwegian Gannet, hevur ymiskar frágreiðingar um, hví dygdin á fiskinum ikki var í lagi.
Í felagnum Hav Line, sum eigur stóra sláturskipið, siga tey, at veðrið var ringt til Danmarkar á nevnda túri. Sagt verður, at fiskurin, sum danska felagið keypti, var í kørum við ísi í á ferðini.
Eftir at danska felagið hevði fingið fiskin í apríl í fjør, tók felagið avgerð um ikki at bíleggja fleiri nøgdir frá Norwegian Gannet og Hav Line. Men, eftir at felagið hevði fingið lovað, at trupulleikin var loystur, bílegði danska felagið aftur laks í august í fjør.
Men, tá danska roykjaríið byrjaði at arbeiða fiskin tveir dagar eftir, at hann var komin, avgjørdi Polar Salmon Hjerting Laks í fyrsta umfari ikki at seta fram krøv móti Norwegian Gannet, men valdi heldur at seta seg í samband við eigaran, Hav Line.
Sambært Polar Salmon Hjerting Laks hevur sláturskipið Norwegian Gannet eisini havt trupulleikar við hesi seinni lastini av fiski. Orsøkin var, segði felagið hesaferð, at fiskurin varð slaktaður umborð, og á ferðini til Hirtshals hevði laksurin verið í tanga.
Felagið í Noregi segði eisini, at laksurin hevur verið veikur fyri tøku, og hetta hevði eisini viðvirkað til, at fiskurin var vorðin bleytur, nú hann var komin til Hirtshals. Norðmenn bóðu um myndir av fiskinum fyri at skjalprógva vánaligu dygdina.
iLaks, sum ber hesi tíðindi, hevur verið í samband við stjóran í Hav Line, sum eigur og rekur sláturskipið, Norwegian Gannet. Maðurin er Kristian Haugland, og hann sigur seg ikki hava hoyrt um hesar hendingar áður.
- Tað kunnu so nógvar orsøkir vera til, at fiskurin verður bleytur. Vit hava somu dygd á fiskinum, sum aðrir veitarar. Vit taka eitt slíkt mál upp við okkara viðskiftakundar - og ikki um fjølmiðlarnar, sigur stjórin, Kristian Haugland.
Stjórin á danska roykivirkinum, Christoph Kjærgaard, sigur, at orsakað av stórum eftirspurningi og lítlum útboði, gjørdi felagið, Polar Salmon Hjerting Laks, eisini eina triðju roynd at bíleggja laks frá Norwegian Gannet.
- Vit høvdu faktiskt gjørt av, at vit ongantíð aftur skuldu keypa fisk frá skipinum, men enn einaferð sannførdi Hav Line okkum um at royna aftur. Vit mugu bara siga, at seinast, vit keyptu laks frá skipinum, var fiskurin góður, sigur Christoph Kjærgaard.
Hann leggur aftrat, at um felagið hjá honum kann keypa laks aðrastaðni, so keypa tey ikki meira frá Norwegian Gannet. Men, um tað ikki eydnast at fáa fisk aðrastaðni, er ikki ómøguligt, at Polar Salmon Hjerting Laks vil gera enn eina roynd at keypa frá sláturskipinum.










