Skálafirði:Kristian fekk sín fyrsta laks nakrantíð á sandinum í Skálafirði týsdagin.
13 ára gamli Kristian Johannesen úr Klaksvík var farin í Skálafjørð við abbanum at fiska hendan dagin. Abbin hevði verið onkran dag fyrr og fingið onkran laks. Hann fekk eisini ein fyrrapartin týsdagin. Men Kristian hevði ongantíð enn fingið nakran.
Til á middegi týsdagin. Tá bar til. Hann kom fastur í ein laks fyri sandinum í Skálafirði, og hann fekk hann. Ein flottur, blankur fiskur upp á eini fýra-fimm pund. Nýkomin av havinum við nógvari lús. Blankur og reinur við øllum fjarðunum og heilum sterti. Avgjørt eingin útsloppin alifiskur.
Eisini aðrastaðni er laksurin komin. Og sílaveiðimenn láta væl at. Teir siga, at tað hevur ikki verið so nógvur laksur at sæð í nógv ár, sum tað er nú.
Tað hevur verið óvanliga turt í summar, so at kalla einki er niðankomið. Í Leynum vóru menn frá Sílaveiðifelagnum herfyri og tóku fisk til at strúka. Og teir siga, at tað er heilt væl til. Týsdagin regnaði, og tá varð sagt, at væl kom niðan. Tað frættist, at einir fýra fiskar vóru fingnir á Leynavatni.
Eisini siga sílaveiðimenninir, at tað er nógv meira til av sjósílum, enn tað hevur verið seinnu árini.
Hvør orsøkin er, til at fiskurin kemur aftur, vita teir ikki at siga. Men teir siga frá somu gongd í grannalondunum Noreg og Skotlandi.e;ru sær ein bita burturav rivinum og ótu tað rátt.
Tað hildu teir smakkaði andskræmiligt og teir søgdu, at tað var tað einasta av føroyskum mati, sum teimum ikki dámdi av tí, teir høvdu roynt,
Men tá ið teir so fingu at vita, at tað skuldi kókast áðrenn tað kundi eta, skiltu teir tað eitt sindur betri.
Annars hildu teir seg vita, at grønlendingar ótu rátt tvøst av nýveiddum kópi og teir hildu, at føroyingar gjørdu tað sama.
Men tað royndina máttu teir so gera sær uppá tann harða mátan.
Donald og Graham settu kósina heim aftur ímóti Skotlandi seinasta sunnudag, eitt stórt upplivilsi ríkar, hildu teir.