Tað er alla æru vert at Edmund Joensen umrøður vánaligu umstøðurnar hjá okkara laksi og sjósílum. Men men....veit Edmund ikki at villi Atlantslaksurin er komin á reyðlistan í Noreg fyri oyðingarhótt djórasløg? Norska Vitenskapeligt Råd hevur grundað á kanningar farnu 40 árini rokna seg fram til at villaksastovnurin er farin niður í eina helvt av hvat hann eigur at vera. Vegleiðingar og reglur fyri hvussi roknað verður fram til um eitt djóraslag er hótt eru sambært IUCN, og vísa at støðan aldrin hevur verið so vánalig fyri villa laksin sum vit síggja í dag.
Orsøkina til hóttanina á villa laksin og ikki minni sjósílið er at finna í alivinnuni, ið er megin orsøk til at ikki bara villi laksurin hevur tað vánaligt, men at alt lívfrøðiliga margfeldndi í sjónum er í friðum falli.
Tað er og verður nokk hopisleyst at koma aftur á rættkjøl við tí alivinnu-politikki sum just Sambandsflokkurin stendur fyri, og sum andstøðan enntá eisini tekur undir við.
Veit Edmund Joensen at fleiri lond hava sett forboð móti alivinnu? Argentina hevur avgjørt at eingin aling skal fara fram í opnum nótum fram við strendur teirra. Canada hevur givið harraboð og avgjørt at øll norsk alivinna skal verða burtur úr British Columbia í ár. Á eysturstrond Canada er støðan just líka so hættislig sum á vesturstrond har øll lívfrøðin er álvarsamt hótt frá grovari dálking og niðurlaging av villa laksastovninum...ið ikki bara hevur álvarsamar avleiðingar fyri tess íbúgvar, men sera álvarsamt árin á villini djór sum heild.
Veit Edmund Joensen t.d. at fellið hjá Scottish Salmon Company - Bakkafrost - er oman fyri 80%...at 4 av 5 alilaksum enda sum skæpa og burturkast? Veit Edmund t.d. at 40 til 60 tons av ovurfeitum seiði verða tikin upp í laksaaliringunum...tí smáseiðurin meskar sær á alilaksafóður og ikki sleppur úr nótunum aftur vegna ovurfiti?
Hvat sigur Edmund Joensen til at upsastovnurin er minkaður til púrt einki javnt sum alilaksavinnan er vaksin? Hví mon kraklingur og øa er blivin vandamikil og enntá deyðilig at eta, ella at tøkan av hummara á firðunum er minkað niður í lítið og einki? Veit Edmunmd Joensen at mest heilsugóði fiskur okkara, seiðurin, ið áður var álitið til at fáa føði til høldar, nú ikki er manna- ella djóraføði? Eingin fiskur hevur so stórt innihald av heilsuneyðugu D-vitaminunum sum just seiður.....so, vælsignaði Edmund Joensen. Boðskapurin hjá tær er at skilja, burtursæð frá at troling eftir villa laksinum, bert kann hótta fiskin enn meira enn alivinnan longu ger.
Okkara firðir og sund eru stór mórudýki, og liviumstøðurnar hjá so at siga øllum livandi eru álvarsamt hótt. Sjófuglurin manglar føði og smáfiskurin, t.d. lodna og svartkjaftur á okkara leiðum, ið eisini er føðin hjá øðrum fiskasløgum m.a. laksinum, verður brúkt til alilaksafóður heldur enn til m.a. mannaføði.
Ránsveiða eftir sardinum og ansjosum fram við vesturstrond Afrika, og Suðuramerika, tekur ikki bert kostnaðarfríðu og sera heilsugóðu føðini frá milliónum av fólkum, men verður brúkt í karráari alivinnu sum fóður...blandað við GMO soya, GMO raps og sterkt eiturfongdari hveiti. Lúsabasingarevni, heiluvágur, sera vandamikla antibakteriella evni Formaldehyde, mikroplast í stórum nøgdum, og ein ovurtaðing frá tíggjutúsundatals tonsum av skarni, er ikki just nakað sum stuðlar undir at nakað livandi kann trívast á okkara firðum og sundum.
Við veðurlagsbroyting, upphiting av sjónum, størri súrevnisinnihald, og nógv øktari dálking, dugir Edmund heilt vist at síggja hvar leiðin gongur.....og tað er ikki til tað betra, tvørturímóti.
Eg kann heita á Edmund, at han tekur í herðatoppin á løgmanni, ið fyrireikar vøkstur og meira vøkstur og enn størri dálking og niðurlaging av okkara sjóumhvørvið, og biður hann steðga við galskapinum. Alivinnan hevur ikki minsta feril av nøkrum sum kemur í nánd av burðardygd....og verður tað heldur ikki við tí propagandafrálærutilfarinum til barnaskúlan, ið okkara Uttanríkis- og Mentamálaráðharri hevur góðkent. "Greenwashing" er kent til at marknaðarføra og selja eina vøru, ið á ongan hátt er grøn ella burðardygg, so Edmund hevur sett sær eina avbjóðing, at tryggja frítið og náttúru og tað sálarbot henda gevur, men skal nokk taka til eftirtektar, at hann hevur eina stóra mótstøðu í just Sambandsflokkinum og enntá eisini andstøðuni, ið á sama hátt er fullkomuliga á berum innan náttúru- og umhvørvisvernd.
Kári Thomsen