Ein stórur viðfestisvognur av laksi við virði upp á eina lítla miljón bleiv leygarkvøldið stolin úr eini køligoymslu hjá Marine Harvest á Gardermoen, flogvøllinum uttan fyri Oslo.
Vognurin var fullur av laksi frá Nordland. Fiskurin skuldi sendast víðari sunnumorgunin, men tá arbeiðsfólki kom til arbeiðis var vognurin burtur.
- Talan er um professionellar tjóvar. Eg havi GPS-sporara á vogninum, men hesin er tikin av. Seinasta skráseting er tí frá beint fyri midnátt leygarkvøldið og tá stóð vognurin enn her. Her hevði hann staðið síðani klokkan 16 leygardagin, sigur Per Johansen, sum eigur vognin.
Sambært Romerikes Blad fekk løgreglan fráboðan um stuldurin sunnumorgunin.
- Vit vita, at vognurin er stolin sunnunáttina, men annars ynskja vit tips frá fólkum, ið kunnu hava sæð okkurt, sigur norska løgreglan.