Laksur doyr undir ísinum

- Slíkt hava vit ongantíð sæð áður tey árini, vit hava havt smáttuna her í økinum, sigur Hege Cathrine Paulsen.

 

 

Tað var ein keðilig sjón, sum møtti Hege Cathrine Paulsen og átta ára gamla soni hennara, Oliver, tá tey vóru smáttutúr nærindis ánni, Skjoma í Narvik kommunu í Noregi farna vikuskiftið. 

Tey bæði vóru á skoytum, tá sonurin sá nakað í ísinum frammanfyri sær. - Mamma kom og hygg. Her liggur ein fiskur, rópar hann. 

Og beint, har drongurin stóð, lá ein laksur frystur í ísinum.

Hege Cathrine Paulsen heldur, at hetta er keðiligt, og hon leggur aftrat, at slíkt hava tey ongantíð sæð áður tey árini, tey hava havt smáttu í økinum.

Allan januar hevur verið frost í økinum, har smáttan hjá teimum er, og flestu dagar hevur kuldin ligið niðri á minus 10 stigum, samstundis sum áin hevur verið botnfryst fleiri staðni.

Tað er tv2.no sum ber hesa søguna í dag, og tað er Hege Cathrine Paulsen, sum eigur myndina av soninum, sum liggur á ísinum, har laksurin er frystur fastur og deyður.