Næstformaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at uppskotini hjá Sambandsflokkinum og samgonguni um fiskivinnunýskipan liggja so nær hvørøðrum, at tað ber væl til at gera semju
Í lesarabrævi í dag boðar Magni Laksafoss, løgtingsmaður og næstformaður í Sambandsflokkinum, frá, at hann er sinnaður at gera semju við landsstýrissamgonguna um eina fiskivinnunýskipan, fyri at sleppa undan at málið endar sum ein partapolitisk kastibløka.
– Stóri spurningurin er nú, um uppskotini hjá samgonguni og Sambandsflokkinum eru ov langt hvørt frá øðrum til at kunna skapa eina semju ella um ein semja er gjørlig?
Í lesarabrævinum nevnir hann tríggjar av høvuðstættunum í eini fiskuvinnunýskipan; lívfrøðilig, búskaparlig og samfelagslig burðardygd.
– Nógvir aðrir tættir eru í eini fiskivinnunýskipan; t.d. at manningin skal lønast eftir føroyskum sáttmálum, umsitingarætlanir, føroyskur ræðisrættur og antitrust, hvussu havrannsóknir skulu skipast og mong onnur viðurskifti. Tryggjast má, at heildin í nýggju fiskivinnuskipanini hongur saman, sigur hann.
Víðari vísir Magni Laksafoss á, at í flestu førum er lítil og ongin munur á uppskotunum hjá samgonguni og uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, t.v.s. at størsta forðingin liggur í veruleikanum í tveimum viðurskiftum, nevniliga búskaparligari og samfelagsligari burðardygd.
– Skal ein semja náast - og tað átti ikki verið ógjørligt - so er tað í hesum báðum viðurskiftum, at vit eiga at seta okkum niður og finna eina semju, sigur hann og vísir á, at tá samráðingar vóru millum Sambandsflokkin og samgonguna um fiskivinnunýskipanina, varð ógvuliga tætt uppá eina semju um hesi viðurskifti, og semjan lá í stóran mun har, sum Sambandsflokkurin ynskti hana.
– Um politiski viljin er til tað, og partapolitikkur verður lagdur til síðis, meðan áhugamálini um fiskivinnuna og samfelagið sleppa at ráða, átti ikki at verið trupult at nátt eini semju.
– Hetta so álvarsliga mál eigur ikki at gerast ein partapolitisk kastibløka.
– Mín partur skal í øllum førum ikki liggja eftir at finna eina breiða politiska semju, sigur Magni Laksáfoss í viðmerking síni, har hann undirskrivar seg bæði sum løgtingsmann og sum næstformann í Sambandsflokkinum.
TRÝST HER fyri at lesa lesarabrævið hjá Magna Laksafoss