Laksavørur í ES

Norski útflutningurin av feskum laksi til ES øktist við 10% í 1999, frystur laksur minkaði við 6%, meðan útflutningurin av feskum og frystum fløkum øktist við 7%

Samlaða nýtslan av laksi í ES øktist við 11% og sambært ?Eksportutvalget for fisk? er tað nýtslan av fløkum, ið økist mest. Laksafløk hava 38% av samlaða marknaðinum fyri laks í ES.

Tríggir teir størstu ES marknaðirnir fyri norskan laks eru Danmark, Frakland og Týskland. Danski marknaðurin er serligur. Stórur partur av norska laksaútflutninginum til Danmarkar verður útfluttur aftur til onnur ES lond.


Franski marknaðurin

Umroknað til kruvda vekt, tók franski marknaðurin ímóti 57000 tonsum av norskum laksi í 1999 og er hetta ein vøkstur uppá 6%. Norra er tann størsti útflytarin til henda marknaðin, men skotar øktu útflutningin nógv í 1999. Nakað av stillahavslaksi verður eisini innfluttur til franska marknaðin, men nýtslan økist bara av atlantarhavslaksi.

Nýtslan av laksi í Frankaríki er 2 kg pr. brúkara og kanningar vísa, at brúkarin vil hava meira tilvirkaðar laksa-vørur og vørur, sum eru lættar at matgera.


Týski marknaðurin

Umroknað til kruvda vekt tók týski marknaðurin ímóti 29000 tonsum av norskum laksi í 1999 og er hetta ein vøkstur uppá 6%. Harafturat kemur útflutningurin frá Danmark, sum fyri ein stóran part er norskur laksur.

Laksur er nú tað 4. størsta fiskaslagið á týska marknaðinum. Nýtslan er økt til 1,1 kg pr. brúkara, frá at vera 0,3-0,4 kg fyri 10 árum síðani.

Eisini á týska marknað-inum er tað meira tilvirkaðar vørur, sum økja mest og portiónir av laksaflaki eru sera væl móttiknar á marknaðinum. Sølan av royktum laksi á hesum marknaði er stagnerað og tað er tørvur á at vørumenna royktan laks, siga umboð fyri »Eksportutvalget for fisk«

(Kelda: Norsk Sjømat/Vinnuhúsið)