Árliga Laksa- & sølutorgið, sum seinastu nógvu árini hevur verið í Saltangará, verður aftur í ár. Tiltakið verður í morgin, leygardagin 23. Juli við býráðshúsini í Saltangará frá klokkan 10:00-16:00.
Nógv ymiskt er á skránni til laksa- og sølutorgið. Byrjað verður klokkan 10:00 við loppumarknaði, leikumarknaði, sølu av bundnum vørum, gávulutum, sølu av ymiskum fiski, kaffi og vafflum, fiskibrunni. Eisini verður skipað fyri ponyríðing og túnafótbólti, og eini spennandi framsýning hjá Dreyarafelagnum sum verður í býráðssalinum allan dagin.
Eisini verður tónleikur framførdur. Til tey vaksnu koma Stanley Samuelsen og Hanus G. Johansen at syngja og spæla, meðan lokalu Beinir og Rani, koma at undirhalda fyri børnunum.
Sum fastur siður er á árliga laksa- og sølutorginum, verður uppboðssøla av feskum fiski.
Uppboðssøluhaldarin verður eingin annar enn borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, sum fer at rópa fiskin til sølu, meðan tey sum eru til staðar hava høvi at bjóða. Tá uppboðsøluhaldarin hevur rópt tríggjar ferðir, fellur hamarin, har tann ið hevur hægsta boðið hevur ognað sær fiskin.
Tiltakið endar við einari spurnarkapping, sum vertirnir á Vespureiðrinum, John Andersen og Jonhard Hansen, skipa fyri.
Øll skráin kann síggjast her.









