Laksatorgið: Biðja longu um pláss næsta ár

RUNAVÍK: 2000 fólk vitjaðu væl umtókta laksa- og sølutorgið í góðveðrinum leygardagin. Hetta var samstundis met, tí ongatíð áður hava so nógv fólk verið til hetta afturvendandi tiltakið í Runavík.

Tað er ikki frítt, at fyrireikararnir eru sera ernir og fegnir um hesa stóru luttøkuna. Hetta hevur av sonnum givið teimum áræði til longu at hugsa um laksa- og sølutorgið 2014.

Út frá tí veruleika at hetta tiltakið bara fær størri og størri undirtøku, vóna teir at tiltakið tá fær eins góða, um enn ikki betri, undirtøku um eitt ár.

Tað eru tó ikki einans fyrireikararnir sum fegnast um tiltakið. Tí, sambært tí sum er komið fram eftir sølutorgið leygardagin, eru longu tær fyrstu tilmeldingarnar til næsta ár komnar.

- Longu nú eru omanfyri 30 tilmeldingar komnar, verður upplýst úr Runavíkar kommunu.