Tey, ið hava hug at royna eitt serstakt laksatorg og annað í tí sambandinum, fáa møguleikan til hetta í Runavík leygardagin Á torginum, sum byrjar kl. 10, er leskiligt laksaborð við ókeypis smakkiroyndum til øll vitjandi. Umframt hetta verður annað á skránni, m.a. tónleikur, Trøllapætur og omman vitja, málningaframsýning og skipalistakviss.
Sum vant undanfarin ár hendir ein rúgva á torginum. Her verður m.a. iskasøla, fruktsøla, breyð- og køkusøla, klædnasøla, køkutombola, loppumarknaður, brotssparkskapping.
Eisini verða djórasýning við dunnum, hummarum, ymiskum fiskasløgum og állum at síggja.
Laksa- og Sølutorgið í Runavík byrjar leygardagin kl.10 og varir fram til kl. 16.










