Laksasølan setti met

Fyrra hálvár í ár útflutti Noreg aldan laks fyri 10,7 milliardir norskar krónur, og tað er met Tað var 2,4 milliardir meiri enn fyrra hálvár í fjør, og hetta er samstundis fyrstu ferð, at laksaútflutningurin hevur verið oman fyri 10 milliardir í einum hálvári, skrivar NTB.

Í juni var útflutningsvirðið 2,1 milliardir krónur, sum var heili 47 prosent meiri enn í juni í fjør.

Norsku alararnir útfluttu fyrra hálvár 362.000 tons av laksi í rundari vekt, harav 265.000 tons fóru til ES-marknaðin.

Meðalprísurin á útflutta laksinum fyrra hálvár var 31,70 norskar krónur fyri kilo, sum var næstan hálv sætta króna oman fyri meðalprísin somu mánaðir í 2008.