- Stórt prísfall. Marknaðurin er steindeyður. Tað eru ikki vit, sum seta prísirnar í løtuni, men keypararnir.
Tað sigur laksaútflytari við iLaks.no í dag um útlitini fyri laksaprísinum næstu vikuna.
- Flogmarknaðurin er steðgaður upp. Suðurkorea boðar frá, at tey minka keypið í næstu viku. Tað er ávís minking allastaðni. Tað gongur ikki serliga væl, leggur laksaútflytarin aftrat.
Millum jól og nýggjárs vóru prísirnir góðir, men tað vardi stutt. Í seinastu viku lógu prísirnir um 40 norskar krónur, sum svarar til slakar 30 danskar krónur.
Prísfallið er umleið 15 prosent eftir einari viku.
- Laksaútflytarar hava havt eina ringa byrjan upp á árið, verður lagt aftrat.
Hvønn fríggjadag eftir døgurða savnar iLaks spottprísir fyri laks, og hetta er fiskur, sum verður útfluttur í vikuni eftir.
Fleiri út-og innflytarar peika á innkeypsprísir fyri mest seldu laksastøddirnar á 38 og 39 norskar krónur, sum svarar til einar 27-28 danskar krónur.
- Prísirnir fella og fella. Marknaðurin er veikur. Fleiri hava útsett tøku av laksi, og marknaðurin fer inn í eina lágvertíð. Tað verður spennandi at síggja, hvussu langt niður í prísi, vit skulu fara, sigur laksainnflytari, sum vísir á, at nógvur laksur er farin fyri 40 norskar krónur fyri kilo, sum svarar til slakar 30 danskar.
Keldur siga við iLaks, at fjórðingsárið, sum nú er byrjað, helst verður tað truplasta, síðan koronu-farsóttin tók seg upp.
- Tað er lutfalsliga nógv av stórum fiski. Nøgdirnar eru søguliga stórar, og sáttmálarnir eru søguliga fáir. Vøksturin hevur verið góður, og tøkur eru útsettar, sigur laksainnflytarin.
iLaks skrivar, at fólk hava heft seg við, at prísirnir eru lækkaðir, og sambært keldum hjá heimasíðuni verður ikki roknað við, at fleiri 40-krónukeyparar (norskar) eru til norskan laks í løtuni. - Tað er nógvur fiskur í sjónum í mun til marknaðarpotentialið, og neyvan batnar marknaðurin aftur tær fyrstu vikurnar, sigur kelda í laksavinnuni við iLaks í dag.