Prísurin á laksi er heldur betri í øðrum kvartali 2012 enn roknað var við fyrst í árinum, skrivar Intrafish.no.
Prísurin á laksi hevur annars ligið á umleið 27 norskum krónum fyri kilo seinastu mánaðirnar.
Henda príshækkanin heldur sær, tí í seinastu viku hækkaði prísurin við 40 oyrum fyri kilo.
- Hetta er heldur frægari enn væntað var við ársbyrjan, verður sagt úr Vinnuhúsinum.
Væntað var annars, at prísurin fór at fella niður ímóti teim 20 krónum eftir páskir, men so var ikki, hóast nøgdirnar av fiski til marknaðin eru stórar.
Lagt verður tó aftrat, at prísurin er tó munandi lægri enn somu tíð seinasta ár.