Prísurin á laksi er fallin nógv tær seinastu vikurnar. Ein orsøk til fallið er, at norðmenn hava munandi meiri fisk í sjónum enn hildið, og at teir taka tann fiskin nú. Í seinastuni hava norðmenn tikið nógv meiri laks enn um hesa tíðina í fjør, og summar vikur hevur tøkan verið umleið 30 prosent størri. Somuleiðis hevur norska stjórnin økt um nøgdina á alifiski, sum alarar kunnu hava á einum aliøki, við 5%, umframt at latið nógv nýggj aliloyvir kring alt landið.
Norðmenn vísa marknaðinum, at har er nógvur fiskur at fáa, og hevur hetta óivað eina ávirkan á atburðin á marknaðinum. Um hugt verður eftir fóðursøluni í Noregi sæst, at fóðursølan er økt 13% higar til í ár í mun til sama tíðarskeið í 2008, harav økingin í nýtsluni av laksafóðri er økt 18%. Taqð skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
Sagt verður, at hetta gevur ábendingar um munandi meira fisk í sjónum, og meira enn tann vøkstur, sum norðmenn fyrr hava boðað frá, á 7-8% um árið.
-Samanumtikið verður roknað við, at norðmenn næstu tíðina fara at økja so nógv um framleiðsluna av laksi, at laksaprísurin fer at falla enn meira, skrivar Vinnuhúsið.