Laksaprísur gongur niður aftur

Við himmalhøgum laksaprísi í 2010 og nakað inn í 2011 hevur tað verið serstakliga hugaligt at selja laks á altjóða marknaðinum

Tað er framvegis hugaligt at selja laks, men gongdin er vend, og prísirnir ganga nú nið­ur eftir. Tað skrivar Vinn­u­húsið í morgun. Markn­að­ar­ser­frøð­ingar fylgja gongdini neyvt og royna at spáað um, hvussu langt niður prísurin er á­vegis.
Uppgerðir fyri laksaprísin vísa, at lækkingin í ár hevur ver­ið stór. Uppgerðirnar vísa, at miðal laksaprísurin varð upp á tað hægsta í apríl mánaði, tá prísurin varð om­an fyri 40 kr/kg, ið er ein ser­stakl­iga høgur prísur. Men síð­ani eru prísirnir lækkaðir mun­andi. Vikurnar eftir apríl lækk­aði prísurin støðugt heilt niður á 23 kr/kg. Prísurin hækk­aði síðani nakað aftur til væl oman fyri 25 kr/kg. Nýggj­asta uppgerðin, sum er fyri viku 33, vísir ein prís um 25 kr/kg. Til samanberingar kann nevnast, at fram­leiðsl­u­prí­s­ur­in er um góðar 20 kr/kg.
Um útlitini fyri laksa­prís­i­num fyri framman, sigur Óli Han­s­en, søl­u­leið­ari fyri Hidd­en­fjord:
»Tað er torført at meta um. Markn­að­urin er undir stór­um trýsti. Útboðið er stórt úr Noregi, Skotlandi, Kili og Før­oyum. Trupult er at siga um marknaðurin kemur at vaksa tilsvarandi.«  
Alisøgan hevur víst, at í ali­vinn­uni eru sveiggini stór, og tað er so oman fyri nevnda gongd enn eitt dømi um.