»Laksaportiónirnar« frá Bakkafrost vælumtóktar

? Henda framleiðsla ger, at einar 7-8 kr. kilo liggja eftir í landinum afturímóti um laksurin fór heilur av landinum, sigur Hans Jacobsen, stjóri á Bakkafrost. Bakkafrost fór undir hesa framleiðslu í september í ár og framleiðslan er 6 tons um døgnið

Í tvey ár hevur verið arbeitt við laksaprotiónum inni á Bakkafrost, og nú sær út til at henda seinasta framleiðslan av laksportiónum rættiliga hevur arbeitt seg inn á evropeiska marknaðin. Lond sum Frakland, Týskland, Belgia og Sveits keypa hesa nýggju vøruna frá Bakkafrost, og Hans Jacobsen, stjóri á Bakkafrost metir, at framleiðslan kemur at liggja um eini 1000-1200 tons í ár.

Arbeitt hevur verið síðan í september í trimum vaktum, og hava 75 fólk verið í arbeiði, og arbeitt hevur verið 24 tímar non-stop. Framleiðslan er 6 tons um døgnið av laksaprotiónum.


Sjálv gongdin

Framleiðslan er úr feskum laksi, sum verður skorin í flak. Fløkini verða scannað til tess at fáa sum mest burturúr, so verða tey flokkað, so í vacuum-maskinu aftaná sum leggur tvey fløk í posa við skilarúmi, og verða tvey fløk so pakkað í snotiliga eskju, og send út á evropeiska marknaðin. Gongdin er ikki so torgreið, men aftanfyri hesa framleiðslu liggur nógv arbeiði á sera tøkniligum støði og yvir fleiri ár.

Og nú hevur so hetta mennandi arbeiði við at fáa eina góða vøru borið ávøkst, og hevur í hvussu so er skapt støðugt arbeiði hjá hesum 75 fólkunum á Bakkafrost hetta árið út.

? Vit selja ikki sjálvur til handlarnar, men til søluliðið sum so selir víðari, og tað er kundin sjálvur sum hevur tikið so væl ímóti hesi vøru, sigur Hans Jacobsen. Og leggur stjórin aftrat, at alla tíðina hava verið broytingar, men nú vísir seg, at vit hava funnið eina hóskiliga og góða laksaportión til marknaðin.


Laksafløk til Japan

Umframt framleiðsluna av laksportiónum, framleiðir Bakkafrost eisini skrædlað laksafløk til japanska marknaðin, og sølan hevur henda framleiðsla eisini selt væl.

At vit nú rættiliga eru farnir at framleiða til útlendska marknaðin, sæst eisini eftir í landskassanum, tí Hans Jacobsen sigur, at henda framleiðsla gevur einar 7-8 kr. kilo meiri í arbeiðsløn, um laksurin var fluttur heilur av landinum.