Laksamet í oktober

Í oktober útfluttu norðmenn laks og úrdráttir úr laksi fyri 2,2 milliardir norskar krónur, og tað er tann besti mánaðurin nakrantíð, skrivar NTB. Samanborið við sama mánað í fjør var virðið 479 milliónir krónur ella 28 prosent størri.

Tað skal tó sigast, at nøgdin var eisini nógv størri í ár. Í síðsta mánað fóru 83.536 tons av laksi av landinum, og tað var 16.000 tons ella 24 prosent meiri enn í oktober í fjør.

Paul Aandahl í útflutningsnevndini sigur við NTB, at tølini fyri oktober vísa, at eftirspurningurin eftir norskum laksi veksur støðugt.