- Í framtíðini fer laksalús at tola feskt vatn, tí lýsnar fara at gerast mótstøðuførar móti feskum vatni.
Tað heldur norski granskarin og professarin, Tor Einar Horsberg.
Eftir at laksalús seinastu árini er vorðin mótstøðufør móti flestu kemisku evnum, sum vera brúkt í samband við laksaaling, er alivinnan eitt nú byrja at avlúsa í feskum vatni.
Men, nú halda granskarar, at laksalúsin við tíðini eisini fer at gerast mótstøðufør móti feskum vatni.
Tað skrivar ilaks.no.
- Longu nú vísir tað seg at vera ymiskt, hvussu laksalús tolir feskt vatn, og spurningurin er bara um tíð, nær lúsin verður mótstøðufør, sigur professarin, Tor Einar Horsberg.