- Nú alivinnan í Chili er á veg uppaftur úr aldudalinum, vænti eg ikki, at vit fara at síggja somu marknaðarprísir á feskum laksi næsta ár, sum vit hava sæð í ár. Tað gongur betri í chilensku alivinnuni aftur, eftir at alivinnan í landinum hevur verið so álvarsliga herjað av fiskasjúkum seinnu árini.
Støðan í Chili hevur ført til, at marknaðurin í USA hevur keypt nógvan evropeiskan laks fyri góðar prísir, og tað er serliga tann stóri laksurin, sum hevur verið eftirspurdur í USA.
Men nú er gongd aftur í chilensku alivinnuni.
Ragnar Joensen, stjóri í Marine Harvest í Føroyum, væntar, at laksavinnan her um okkara leiðir fer at merkja kappingina úr Chili av álvara í øðrum fjórðingsári í 2011.
- Eg vænti, at marknaðarprísirnir fara at lækka so hvørt, sum Chili veksur um sína framleiðslu. Alivinnan í Chili fer at gera tað trengri hjá øðrum laksi á amerikanska marknaðinum, og eitt nú noyðast lond, sum í dag hava stóra sølu í USA, tá at senda størri nøgdir á evropeiska marknaðin.
Hann sigur, at tað eru teir, sum vænta, at marknaðurin fer at veksa nokso fitt, soleiðis at afturgongdin í prísi kanska ikki verður so stór kortini.
- Við sushi og øðrum nýggjum laksavørum veksur marknaðurin. Eingin ivi er um tað, men eg vænti, at vit koma at síggja heilt aðrar prísir so hvørt, sum árið 2011 fer at líða, sigur stjórin í Marine Harvest í Føroyum.
Ragnar Joensen er eisini næstformaður í Føroya Havbúnaðarfelag.
Árið í ár hevur verið sera gott hjá føroyskum alifeløgum, og eitt nú fer Marine Harvest Føroyar helst at koma við einum avlopi - fyri skatt - upp á einar 60 miljónir krónur.