Laksa- & sølutorg í Runavík

Tíðindaskriv frá Kunningarstovuni í Saltangará

Aftur í ár verður skipað fyri stórum laksa- og sølutorgi í miðbýnum í Runavík. Tiltakið verður leygardagin 3. august frá kl. 12:00 til kl. 16:00. Harumframt hava handlarnir í Runavík langan leygardag.
Høvi verður hjá øllum vitjandi at fáa ein ókeypis breyðbita við góðum laksi, sum kokkur ger til á staðnum. Okkurt drekkandi verður til keyps. Eisini hava fólk møguleika at keypa feskan laks heim við.
Nógv áhugavert verður at vitja. Til dømis verður pallur settur upp á torginum, har tónleikur og annað undirhald verður. Eisini verður Café og loppumarknaður á skránni.
Í sambandi við laksa- og sølutorgið verður vegurin frá Deild C út á Kommunu-skrivstovuna stongdur.