- Laksáfoss skapar sær sjálvum trupulleikar

- Um Laksáfoss ikki dámar luktin í bakarínum, skuldi hann bara havt sagt nei takk til hetta arbeiðið, sigur Kristian Magnussen, ið ikki er samdur við tí fíggjarmálaráðharranum um hansara boð upp á at tálma búskapinum

POLITIKKUR 




Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, hevði ikki lisið kronikkina hjá Magna Laksáfoss í Sosialinum, tá vit ringdu til hansara fyrrapartin. Hann helt seg tó vita, at hon var hildin sum røða í Løgtinginum herfyri.

- Vit hava ein avtalu.

- Samhaldsfasti og skattalættin hanga saman, sigur Kristian Magnussen um samgonguskjalið.

- Okkara offisielli politikkur er, at sjómannafrádrátturin ikki skal broytast, sigur javnaðarmaðurin um útsagnirnar hjá fíggjarmálaráðharranum.

Viðvíkjandi útjavningarskipanini hjá kommunum, heldur Kristian Magnussen, at hetta ber til at kjakast um, men at tað neyvan er rætt diskutera slíkt so seint í einum valskeiði..

- Tað er ikki grundarlag at spilla kreftir upp á hetta 6 mánaðir fyri val.



Tunlar altíð góðir


Sambært Kristiani Magnussen, so skal Sandoyartunnilin gerast.

- Har er einki at rafla um, sigur hann.

Hann heldur at einhvør tunnil er ein góð íløga og eitt aktiv fyri samfelagið.

Sum heild er Kristian Magnussen ikki nøgdur við tað, ið Magni Laksáfoss hevur meldað út sum fíggjarmálaráðharri.

- Hann er ikki ansettur sum búskaparfrøðingur, men gloymir hann er landsstýrismaður.

- Allir 21 samgongulimir halda seg hava skil fyri búskapi, og tá nyttar einki, at hann framtúrar sum »mig alene vide«.

- Hann skapar sær sjálvum trupulleikar, men um honum ikki dámar luktin í bakarínum, skuldi hann bara havt sagt nei takk til hetta arbeiðið, sigur Kristian Magnussen, ið tó undirstrikar, at hann einki hevur ímóti Magna Laksáfoss sum persóni.