POLITIKKUR
Í Sosialinum í gjár var ein kronikk eftir Magna Laksáfoss, fíggjarmálaráðharra, har hann vísir á, at neyðugt er at tálma búskapin, nú fíggjarlógin fyri 2008 skal fyrireikast. M.a. sigur landsstýrismaðurin, at kombinatiónin millum samhaldsfasta og skattalættan hjá samgonguni gevur trupulleikar, tí tað rakar teir lægstu lønarbólkarnar.
Harafturat kemur Magni Laksáfoss við trimum konkretum uppskotum um, hvussu búskapurin kann tálmast. Landsstýrismaðurin sigur enntá, at »Í veruleikanum er einans møguligt at tálma á trimum sektorum«. Í privata sektorinum skjýtur Magni Laksáfoss at minka fiskimanna frádráttin, í kommunala sektorinum er semja gjørd við kommunurnar um at tálma útreiðsluvøksturin, umframt arbeitt verður við at fáa undirtøku fyri eini útjavningarskipan, og í landskassasektorinum verður skotið upp at útseta Sandoyartunnilin.
Tað er ikki líkt til, at undirtøka er fyri hesum í samgonguni, og í blaðnum í dag sigur formaður Tjóðveldisfloksins, at sjáldan er slík »kúvending« sædd, nú Magni Laksáfoss sambært Høgna Hoydal ikki longur er ímóti skattalættum.
Sum heild eru skotsmálini frá fleiri síðum, at Magni Laksáfoss er meira búskaparfrøðingur enn politikari. Ella sum Høgni Hoydal skrivar í sínum lesarabrævi: »Jóannes Eidesgaard segði tey mest niðrandi orðini, tá nýggi fíggjarmálaráðharrin í summar gjørdi greitt, at politikkurin hjá samgonguni var heilt av leið. Hann segði seg nú vilja læra Magna at vera politikari og ikki fakmaður«.