Lakeside ein sólskinssøga

Síðani Ólavur Poulsen fyri fýra árum síðani tók eitt heilt óvanligt stig í føroyskari ferðavinnu hava 6000 fólk gjørt brúk av hansara einastandandi ferðatilboði. Føroyingar ferðast støðugt meira í egnum landi eftir, at tilboðini gerast fleiri og meira fjølbroytt. Fyri fýra árum síðani tók Vatnsoyramaðurin Ólavur Poulsen tað óvanliga stigið at byggja eitt serligt far til at sigla á Sørvágsvatni ella Leitisvatni ella bara Vatninum, sum tað verður nevnt. Við hesum heldur óvanliga fari, sum fekk heitið LAKESIDE, fór Ólavur Poulsen undir at flyta fremmandafólk og føroyingar leiðina frá flúgvarabedingini við flogvøllin til Bøstalafoss. Hesin ferðamannapakki hevur fingið so mikið góða undirtøku, at nú um dagarnar høvdu fleiri enn 6000 brúkt henda møguleika. Ólavur Poulsen brennir fyri at menna føroyska ferðavinnu, og hann hevur sínar meiningar um, hvussu hetta best kann gerast. Ferðin við LAKESIDE á Vatninum og so gongutúrurin í grótumhvørvinum og vakra grøna lendinum við finaluni vestan til á oynni við tí mest stórslignu og vøkru náttúruni tekur øll á bóli. -Hetta er ein ferð, sum kann gerast eftir fáum tímum. Hon er balsam fyri sálina og ein ótrúlig uppliving sigur Ólavur Poulsen.